2021-03-04 15:24

Koppsetingarliðini hjá Sjúkrahúsverkinum vitjaðu aftur í gjár á ellis- og røktarheimum kring landið, og tilsamans vórðu 353 fólk koppsett. Av teimum fingu 26 fyrra prikið og 327 fingu seinna prikið.
Hetta skrivar corona.fo.
Tilsamans eru nú 7394 koppsetingar framdar í Føroyum. 4038 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. Hetta svarar til 8,0 prosent av fólkatalinum.
3156 hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett. Hetta svarar til 6,0 prosent av fólkatalinum.
Les eisini: Korona: Eitt ár síðani fyrsta tilburðin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald