2020-01-05 20:26
36 fólk lótu lív og 23 vóru løstað, tá ein bygningur undir bygging rapaði í Kambodja fríggjadagin. Tað upplýsa mynduleikarnir í dag, sambært DR.
Bygningurin ið rapaði, sum var ætlaður til ferðafólk, lá í Kep landslutinum 160 kilometrar frá høvuðsstaðnum Phnom Penh.
Arbeiðsfólk vóru fanga undir oyðileggingini av bygninginum, ið hevði sjey hæddir. Tveir dagar eftir at bygningurin rapaði var bjargingartiltakið liðugt, og mynduleikarnir boða frá, at millum tey sum lótu lív eru, seks børn, fjúrtan kvinnur og sekstan menn.
Ríkisstjórin í Kep, Ken Satha sigur at eigararnir av bygninginum eru hildin aftur og vera avhoyrd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald