Innanlands

36 útbúgvin til privata geiran frá Glasi

Á Hægri Námi á Glasi fáa á hvørjum ári rættiliga nógvir føroyingar prógv í útbúgvingum, ið eru beinleiðis ætlað til føroyska vinnulívið

2022-06-27 09:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað stendur ikki so illa til við at útbúgva føroyingar til privata vinnulívið.

Á Hægri Námi á Glasi fáa á hvørjum ári rættiliga nógvir føroyingar prógv í útbúgvingum, ið eru beinleiðis ætlað til føroyska vinnulívið.

Oddagreinin í BlaðnumVikuskifti vísti annars leygardagin á, at tað verður gjørt ov lítið við at útbúgva fólk til privata geiran heldur enn at hópframleiða fólk til almenna geiran. Oddagreini bygdi á hagtøl fyri tey, ið luku prógv frá Fróðskaparsetri Føroya fríggjadagin.

Oddagreinin kann lesast her 

Sum viðmerking til oddagreinina hevur Glasir gjørt vart við, at á Hægri Námi á Glasi hava hava 36 fólk fingið prógv í ár, harav nógv tey flestu søkja arbeiði innan privata geiran.

Talan er um sjey fólk, sum fingu prógv í fíggjarbúskapi. Hesi koma at starvast innan búskap, peningastovnar, trygging og ognarsølu.

16 fingu prógv í tænastubúskapi. Hesi koma at starvast innan tænastuvinnuna og ferðavinnuna.

Eisini vóru tað 13, ið fingu prógv í HD 1. parti. Hesi lesa víðari á HD 2. parti og koma at starvast sum grannskoðarar, fíggjarleiðarar og innan búskap og peningastovnar.

- Vit taka upp annaðhvørt ár, og komandi ár hava vit prógvhandan fyri Innovatión og íverksetan, Marknaðarslurbúskapi, Framleiðslutøkni og Byggifrøði. Nógv tann størsti parturin fær starv í privatu vinnuni, so privati geirin er ikki heilt sleptur upp á fjall, skrivar Glasir – Føroya einasta Yrkissetur, sum tey kalla seg. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder