Innanlands

37 ára gamli maðurin dømdur sekur í drápsroynd

Nevningating hevur í dag funnið ein mann sekan í drápsroynd. Hendingin fór fram í desember 2019

(Savnsmynd: Sverri Egholm, 10. desember 2019)

(Savnsmynd: Sverri Egholm, 10. desember 2019)

2021-05-20 21:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt samt nevningating fann seinnapartin ein 37 ára gamlan mann í drápsroynd og fyri at hava havt vápn og lóður ólógliga hjá sær.

Tað visti útvarpið í kvøld.

Undir rættarmálinum játtaði maðurin seg sekan í ákærunum um vápn, men segði seg ikki minnast hvat fór fram hendan dagin, tá hendingin fór fram.

Tað var í Miðvági tann 9. desember 2019, at tað endaði við skotbardaga millum løgregluna og tann 37 ára gamla. Tann 37 ára gamli rakti ein politist, sum tíbetur hugdi niður meðan skotið brast, og tí tók hjálmurin tey flestu skotini.

Nevningatingið varð samt um at kenna mannin sekan í øllum ákærunum.

Í morgin skal umrøðast hvørja revsing tann ákærdi skal hava. Drápsroynd kann geva millum fimm ára og lívslanga fongsulsrevsing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder