Uttanlands

37 fólk deyð eftir álop á ST-skúla í Gaza

Ísraelski herurin segði, at stig vóru tikin til at minka um vandan fyri at raka sivilfólk áðrenn loftálopið varð framt

Tað er í hesum økinum, at loftálopið í nátt var framt. Myndin er tikin undan álopinum (Savnsmynd: EPA)

Tað er í hesum økinum, at loftálopið í nátt var framt. Myndin er tikin undan álopinum (Savnsmynd: EPA)

2024-06-06 10:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ísraelski herurin váttar, at hann hevur framt eitt loftálop á ein ST-skúla í Gasa, skrivar Reuters tíðindastovan.

Skúlin, sum liggur í Nuseirat miðskeiðis í Gaza, hevur, sambært Ísrael, verður brúktur sum herstøð hjá Hamas. Hildið verður, at Hamas-herfólk, sum vóru við í álopinum á Ísrael 7. oktober í fjør, fjaldu seg á skúlanum.

Sambært upplýsingum frá AFP tíðindastovuni er talið av deyðum í álopinum komið upp á 36. Reuters hevur fyrr upplýst, at talið á deyðum var 27. Sambært DR hevur Al-Aqsa sjúkrahúsið í Gaza tikið ímóti 37 deyðum persónum í nátt.

Skúlin liggur nærhendis eina flóttafólkalegu miðskeiðis í Gazageiranum, og upplýst er, at nógvir flóttar hava savnað seg rundan um skúlan. Ísraelski herurin sigur, at tey tóku stig til at minka um vandan fyri at raka sivilfólk áðrenn álopið varð framt.

Miðlar í Gaza skriva tó, at tey, sum hava latið lív í álopinum, eru sivilfólk, sum høvdu leitað sær skjól.

Reuters skrivar í dag, at Hamas-leiðarar nú krevja ein enda á krígnum í Gaza, og at ísrael tekur seg aftur úr økinum, samsvarandi uppskotinum um vápnahvíld, sum amerikanski forsetin, Joe Biden, legði fram í farnu viku.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, boðaði farna vikuskiftið frá, at Ísrael ikki er sinnað at gera avtalu um vápnahvíld fyrr enn Hamas felagsskapurin er týndur og gíslarnir eru leyslatnir, skrivar finska kringvarpið Yle við Reuters og AFP sum keldum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder