Innanlands

37 hundar luttóku í seyðahundakapping um vikuskiftið

Eysturoyar seyðahundafelag skipaðu fyri seyðahundakapping leygardagin og sunnudagin

2023-11-01 12:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið skipaði Eysturoyar seyðahundafelag fyri seyðahundakapping. Hetta var fyrsta kapping í hesum kappingarárinum, og hon varð hildin í hagapartinum Grønunum.

Samanlagt vóru 37 hundar við í kappingini, skrivar Eysturoyar seyðahundafelag. Leygardagin varð kappast í klassa 1 og klassa 2.

Í klassa 1 vann Heri Dam við hundinum Twix, á øðrum plássi var Urbanus Olsen, og á triðja Asbjørn Selfoss.

Í klassa 2 vann Anna Sofía Fjallheim við tíkini Kelly, á øðrum plássi var Jónstein Petersen, og á triðja Hjalmar Debes.

Í klassa 3 vann René Hansen við tíkini Jann, á øðrum plássi var Tummas Jacobsen, og á triðja Jónleif Sólsker.

Tórbjørn Jacobsen handaði medaljur og helt røðu.

Kappingin í klassa 3, sum var sunnudagin, er torførasti bólkurin at kappast í. Her vóru 26 hundar á listanum. Hvør hundur og førari fær 15 minuttir at reka seyðin leiðina.

Hundurin verður fyrst beittur 300 metrar eftir fimm seyðum at reka teir til mannin. Seyðurin verður síðani rikin burtur frá manninum og gjøgnum tvey lið, ið eru áleið 150 metrar hvørt frá øðrum. Tá ið seyðurin aftur er hjá manninum, skulu maður og hundur taka tveir frá og halda í nøkur sekund, og síðani savna seyðin og reka hann í rætt. Úr rættini skal aftur skiljast sundur, hesa ferð bert ein seyður.

Tá ið dómarin hevur góðtikið, at hundurin heldur seyðinum frá hinum, er luttakarin liðugur. Seyðurin skal verða rikin eftir einari so beinari linju, sum til ber. Tess beinari, tess fleiri stig eru eftir.

Nú leygardagin er aftur seyðahundakapping, hesa ferð á Vatnaskørðum í klassa 3, og er tað Suðurstreymoyar seyðahundafelag, ið skipa fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder