Fyrst í august kundi korn og annað aftur flytast úr Ukraina umvegis Svartahavið, eftir at ST og Turkaland høvdu gjørt avtalu um útflutning við Ukraina og Russland, sum nú hava verið í kríggj í nærum sjey mánaðir. Og síðan avtalan kom í gildi eru 165 skip farin úr Ukraina.
Sambært Reuters hava hesi skipini havt tilsamans 3,7 milliónir tons av korni og øðrum landbúnaðarvørum umborð.
Í dag er eisini ætlanin, at 10 skip við tilsamans 169.300 tons av landbúnaðarvørum umborð skulu fara úr Ukraina.
Áðrenn kríggið var Ukraina ein av størstu kornútflytarunum í heiminum. Undir krígnum hevur Russland tó blokerað fyri útflutninginum, men eftir at avtalan kom í lag í juli, varð latið upp fyri útflutninginum aftur.
Tær tríggjar ukrainsku havnirnar, sum eru latnar uppaftur sambært avtalu við Russland, kunnu senda millum 100 og 150 farmaskip av stað um mánaðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald