Innanlands

37.819 fólk hava valrætt í dag

Størsta valstaðið er Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn við 12.971 veljarum, og minsta valstaðið er skúlin í Elduvík við 10 veljarum

Savnsmynd (Sverri Egholm)

Savnsmynd (Sverri Egholm)

2019-08-31 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er løgtingsval, og valstøðini hava nú verið opin í tveir tímar.

Sambært tølunum hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum, hava 37.819 fólk valrætt í dag. Tað er 1.361 fleiri enn við seinasta løgtingsval. 375 av hesum eru lesandi uttanlands í mun til 670 í 2015.

Í dag eru 57 valstøð, sum er eitt færri enn við seinasta løgtingsval. Størsta valstaðið er Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn við 12.971 veljarum, og minsta valstaðið er skúlin í Elduvík við 10 veljarum, sum eisini er minst loyvda talið av veljarum á einum valstaði sambært løgtingsvallógini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder