2021-10-22 15:01

Nógvir tilburðir verða staðfestir av koronu í hesum døgum. Í gjár vóru ikki færri enn 38 tilburðir staðfestir í teimum 882 kanningunum, sum vórðu gjørdar.
Hetta er hægsta talið síðani aftaná ólavsøku í fjør, tá 38 fólk eisini vóru staðfest smittað uppá ein dag.
Talið á smittaðum er í løtuni 134. 248 fólk eru í sóttarhaldi, men eingin er innlagdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald