Innanlands

39 bilar stóðu eftir

Dekkið var á tremur tá Smyril setti kós móti Tvøroyri. Jóansøka er í Vági um vikuskiftið

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2022-06-24 13:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um vikuskiftið er jóansøka í Vági, og tað eru nógv sum ætla sær suður. Tað sást aftur tá Smyril legði frá landi fyri løtu síðani.

Dekkið er fult av bilum og eisini kappróðrarbátum, og eftir á bryggjuni standa 39 bilar.

Smyril siglir aftur av Havnnini klokkan 19 í kvøld, og klokkan 9 í morgin árini, so hesir 39 og fleiri afturat sleppa suður á jóansøku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder