Innanlands

39 prosent av øllum tilburðunum vóru staðfestir í desember

76 tilburðir vóru staðfestir nýggjársaftan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-01 17:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

76 tilburðir av koronu vórðu staðfestir í gjár, nýggjársaftan.

Á seinasta degi í árinum vóru 1778 kanningar gjørdar. Talið á positivum í løtuni komið upp á i 936, og tað er tað hægsta tað hevur verið í Føroyum. Samlaða talið av tilburðum við COVID-19 í desember 2021 var 2393. Hetta er 39% av øllum tilburðum í Føroyum síðan 3. mars 2020.

Fýra fólk eru í løtuni innløgd við koronu í Sjúkrahúsverkinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder