
Hóast alheims sølutølini fyri bilar fulla nakað í korona-rakta 2020, so hevur Toyota ongan tíð áður selt so nógvar bilar við Hybrid-tøkni.
Tað skrivar Reyni Service, sum umboðar Toyota, á heimasíðu sínari í dag.
Heilt neyvt sendi Toyota 1.959.570 nýggjar Hybrid-bilar á marknaðin í 2020, og tað er ein vøkstur upp á 2 prosent sammett við 2019, sigur bilasølan.
Samanlagt hevur Toyota nú selt fleiri enn 17 milliónir Hybrid-bilar. Tað hevur viðført eina minking upp á 120.000.000 tons av CO2, sammett við støðuna, sum hevði verið, um hesir bilar vórðu drivnir við vanligum bensin- ella diesel-motorum, verður sagt.
Í Europa vóru nærum tveir triðingar av nýggjum Toyota-bilum í 2020 seldir við Hybrid-tøkni. Heima í Føroyum var Hybrid-parturin góð 39 prosent. Eitt tal, sum væntandi verður enn hægri, nú umhvørvisatlit hava fingið størri vekt, tá skrásetingargjøld av motorakførum verða roknað, sigur Reyni Service.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald