2021-11-25 19:24

39 koronutilburðir vóru í gjár staðfestir í 1.968 kanningum. Tað vísa tølini hjá myndugleikunum, sum eru komin út í kvøld.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu, verður sagt.
Í løtuni eru 396 smittað, og 560 fólk eru í sóttarhaldi. Sjey eru innløgd á Sjúkrahúsverkinum, og hetta er sama tal sum í gjár og fyrradagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald