Mentan

40 ár síðan John Lennon varð myrdur

Mark Chapman, sum skjeyt John Lennon uttan fyri Dakota bygningin á Manhattan, situr enn fongslaður fyri drápið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-12-08 07:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seint á kvøldið, ein lýggjan desemberdag í 1980 skjeyt ein ungur maður við pistóli John Lennon fleiri ferðir í bakið tá tónleikarin kom heim úr einum upptøkuhøli saman við konu síni, Yoko Ono.

Løgreglan fann drápsmannin í holt við at lesa í eini bók, meðan hann bíðaði eftir, at løgreglan skuldi handtaka hann uttan fyri Dakota-bygningin á Manhattan í New York.

Eftir tilburðin varð John Lennon í skundi fluttur á sjúkrahús á baksetrinum í einum løgreglubili, men hann yvirlivdi ikki, hóast royndir var at geva honum blóð.

Lennon var júst fyltur 40 ár, tá hann doyði.

Tann tá 25 ára gamli Mark Chapmann var komin úr Hawaii, og hevði fingið Lennon til at skriva autograf sín á hansara eintak av nýggjastu plátuni “Double Fantasy” tá Lennon fór heimanífrá fyrr henda sama dagin.

Seinni greiddi Chapman einum tíðindafólki frá, at hann var “vreiður á Lennon fyri at siga, at hann ikki trúði upp á Gud, at hann bert trúði á seg sjálvan og Yoko, og at hann ikki trúði á The Beatles”.

Eisini skemtandi viðmerkingin um, at The Beatles vóru “betri umtóktir enn Jesus” ertaði Chapman.

Mark Chapman varð dømdur lívslangt fongsul. Næsta sokallaða royndarleyslatingarhoyrng av honum er sett til 2022. Tað verður 12. roynd handara at verða leyslatin áðrenn tíð.

Táverandi forsetin í USA, Ronald Reagan, kallaði drápið ein “stóran sorgarleik”, tá fólk í túsundatali savnaðust framman fyri bygningin, har Lennon búði saman við konuni Yoko Ono og soni teirra, Sean.

Yoko Ono var skjót at boða frá, at tað ikki fór at verða nøkur almenn jarðarferð. Í staðin heitti hon á fjepparar um at savnast í Central Park har nærhendis eftirkomandi sunnudag at minnast mann hennara.

14. desember savnaðust umleið 200.000 fólk í vetrarkalda New York at heiðra Lennon. Útvarpsstøðirnar í býnum hildu eisini tøgn í tíggju minuttir.

Um alt USA savnaðust fleiri tíggjutúsund fólk í lundum og á torgum fyri at minnast Lennon. Um allan heimin luttóku fleiri milliónir fólk.

Í heimbýnum hjá John Lennon, Liverpool, sungu umleið 20.000 fólk "Give Peace a Chance" tá ein stuðulskonsert har endaði.

- John Lennon er ikki deyður. So leingi tónleikur hansara livir, kann hann ikki doyggja, segði ein fjeppari, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder