
Fyrrapartin í gjár varð Elinborg Højgaard heiðrað á kommunuskrivstovuni í Nes kommunu fyri at hava verið í starvi hjá kommununi í heili 40 ár.
Elinborg Højgaard byrjaði í starvi sum vaksifólk hjá Nes kommunu í 1981. Tey fyrstu árini vaskaði hon viðtaluhølið hjá læknanum og á kommunuskrivstovuni, og nøkur ár seinni fór hon eisini at vaska í Tofta skúla, har hon enn trúliga útinnir sítt arbeiði á fyrimyndarligan hátt sum vaskifólk, segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, tá ið hann vegna bygdaráðið í Nes kommunu takkaði Elinborg Højgaard fyri trúgva og drúgva tænastu.
Borgastjórin handaði Elinborg Højgaard málning eftir Jón Magnus Joensen og blómur og ynskti henni framhaldandi blíðan byr, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald