Uttanlands

49 fólk latið lív í álopi á moskur í Nýsælandi

Fýra fólk eru handtikin í málinum, og verða tey avhoyrd av løgregluni. 48 fólk, harímillum bæði børn og vaksin, eru koyrd á sjúkrahúsið.

Fólk eru skelkað aftaná hendingina (Mynd: EPA)

Fólk eru skelkað aftaná hendingina (Mynd: EPA)

2019-03-15 08:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 49 fólk lótu lív í einum álopi á tvær moskur í Nýsælendska býnum Christchurch í nátt.

Hesum boðar forsetisráðharrin í Nýsælandi, Jacinda Ardern, frá sambært DR.

48 fólk vóru eisini særd og koyrd á sjúkrahúsið í Christchurch. Har eru bæði børn og vaksin fólk millum tey særdu.

Løgreglan hevur handtikið fýra fólk. Tríggir menn og eina kvinnu. Fleiri av teimum eru fødd í Avstralia.

Sambært Jacinda Ardern, hava trý av teimum samband við álopini.

- Vit hava ikki grund til at halda, at har eru fleiri brotsmenn, sum ganga leysir, men vit kunnu ikki vera heilt vís í tí. Áskoðanin hjá brotsmonnunum hevur einki at gera í Nýsælandi, ella nakra staðni í heiminum, segði forsetisráðharrin á tíðindafundi í dag.

Jacinda Ardern fær ikki úttalað seg meira um tey deyðu.

Enn er ógreitt, hvat orsøkin var til álopini, men sambært Jacinda Ardern er eingin av teimum handtiknu á nøkrum terrorlista.

- Men tey hava greiðan og ógvusligan hugburd, sigur hon.

Avstralski forsetisráðharrin, Scott Morrison, váttar, at ein av brotsmonnunum er úr Avstralia, og hann kallar viðkomandi eitt "ekstremt, høgravent og harðligt yvirgangsfólk".

Jacinda Ardern rópar eisini hendingina fyri eitt yvirgangsálop.

- Slíkar gerðir hava hvørki pláss í Nýsælandi ella restina av heiminum, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder