
Aftur í ár fara sjálvboðin til verka kring landið í samband við átakið ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Átakið verður 1. til 3. mai.
Átakið var fyrstu ferð í 2019, og hetta er sostatt sjeyndu ferð skipað verður fyri átakinum, sum veruliga hevur prógvað sítt virði sum eitt gott amboð til at savna fólk um uppgávuna at fyrireika Føroyar til ferðavinnu-háárstíðina. Somuleiðis er hetta ein góð uppliving, har til ber at hitta fólk frá øllum heiminum og vera saman um at loysa eina ítøkiliga og meiningsfulla uppgávu.
Altjóða hevur átakið vakt miklan ans, og hvørt ár eru túsund tals fólk sum vilja til Føroyar at vera partur av átakinum. Í ár søktu meiri enn 15.000 fólk um tey 80 plássini, sum verða tillutað til útlendsk sjálvboðin.
Áhugin hjá føroyingum at vera við hevur eisini verið stórur og er vaksin støðugt hvørt ár. Aftur í ár bjóða vit 40 sjálvbodnum føroyingum at verða partur av átakinum.
Arbeiði fer sum undanfarin ár at snúgva seg um at gera gøtur, laða varðar, at seta vegvísarar upp o.a., so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiði frá undanfarnum árum, meðan aðrar eru nýggjar og øðrvísi.
Til dømis verður ein verkætlan á Koltri, har vit saman við Tjóðsavninum fara at endurskapa víðagitna Eiðisdammin, ein onnur verkætlan verður við Gjógv, har gøtan út móti trappuni á Ovaranasa treingir til at vera gjørd og ein triðja verkætlan verður í Leynum, har bygdagøtan verður umvæld og drenað.
Ongi krøv eru sett um serligar førleikar. Einasta treyt er, at tey sjálvbodnu tíma at arbeiða hart í tveir og ein hálvan dag. Tey sjálvbodnu sum eru við í verkætlanini fáa bjóðað gisting og mat afturfyri arbeiðsdagarnar ið enda við eini veitslu.
Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Freistin at tekna seg er hósdagin 17. apríl.
Tær níggju verkætlanirnar sum vera við í ár, eru hesar:
- Leynar – Væl umtókta bygdagøtan millum Leynar og Oyggjarvegin, sum er væl umtókt leið hjá reiðfólki og gongufólki, er sjónliga slitin og treingir til viðlíkahald. Vit fara at umvæla fyrsta strekkið úr Leynum oman fyri Múlheiðar, har gøtan er serliga slitin. Meginparturin av arbeiðinum snýr seg um at beina vatnið frá gøtuni (drena), so gøtan verður betri at ganga og og soleiðis at slitið frá nógvu vætuni verður avmarkað.
- Gjógv – Serliga í summarhálvuni eru nógv fólk at síggja við Gjógv, og túrurin niðan á Ovara Næsa er sera væl vitjaður. Gøtan sum gongur fram við gjónni yvir móti trappuni er slitin, og vit fara at umvæla so nógv av henni sum til ber. Onkrastaðni verður helst neyðugt at seta nøkur trin í lendið, aðrastaðni tilfar umframt at tað er neyðugt at drena, so vætan sleppur frá.
- Skopun – Tætt við bygt øki í Skopun er vakara náttuúruperlan – Norðaravatn. Kommunan ynskir at gera økið meiri atkomiligt við eini lendisgøtu, so fólk lættari kunnu njóta náttúruvakra økið. Nýggj gøta verður gjørd oman til vatnið og síðani fram við vatninum so langt sum tíðin røkkur til.
- Koltur – Koltur er lítil, men søgurík og náttúruvøkur oyggj. Fyrr ferðaðust fólk higar fyri at síggja Eiðisdammin, sum lá á Eiðinum, har Koltur er smalast. Tað var Niclas, pápi Niclas í Koltri, bátasmið, ið bygdi dammin, og um summarið lógu smá modellskip í hylinum. Ætlanin er nú at endurskapa henda søguliga dammin saman við fólkum frá Tjóðsavninum.
- Bøur – Í Bø fara vit at umvæla og útbyggja eitt hugnaligt øki í bygdini. Í dag verður tað mest nýtt av bygdafólki, men ætlanin er at gera tað lættari at brúka og vitja fyri gestir í bygdini við nógvu ferðavinnutilboðunum. Onkur gøta skal viðlíkahaldast og endurbyggjast, skelti og vegvísing verða sett upp, og um tíð er til tess, verða trøð eisini plantað. Gist verður í Bø.
- Trongisvágur – Í Trongisvági er skótahúsið umvælt og gjørt hugnaligt til kampingpláss og gestir tess. Til ársins Closed for Maintenance fara vit at gera eina gøtu fram við skótahúsinum, ið verður áleið 60 metrar lang. Gøtan førir til ein foss, har ein bonkur verður settur til fólk at njóta umhvørvið. Gist verður í skótahúsinum í Trongisvági.
- Nólsoy – Túrurin út á Borðuna og heim aftur til bygdina tekur umleið 4-5 tímar. Túrurin gongur tvørtur um mestsum alla serstøku oynna og endar við stásiliga vitan, sum varð bygdur í 1893. Síðani 2019 hevur Nólsoy verið við í Closed for Maintenance átakinum, og skeltir, steyrar og træbrýr leiða tey ferðandi upp um hamrar og tvørtur um mýrilendið. Í ár fara vit at halda á fram, byggja trin og drena har tað er neyðugt.
- Gøta – Vit fara at merkja leiðina niðan á Støðlafjall og Fransaholuna, so hon gerst lættari at finna og ferðast eftir. Tú fert at hjálpa við at finna besta veg til hellið og gera leiðina tryggari. Hetta er ein góður møguleiki at varðveita føroyska mentanararvin og gera staðið lættari atkomuligt fyri bæði føroyingar og ferðafólk.
- Tórshavn – Bygdagøtan til Kirkjubøar skal betrast og haldast í uppruna dámi. M.a. skulu rennur gerast á gøtuni, grót ruddast burtur og varðar hampast. Nýggj skelti skulu eisini setast upp við gøtubyrjan og steyrar setast, har varðar mangla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald