Innanlands

Einir 40 hvalir løgdu beinini í Hvannasundi

Grind varð seinnapartin funnin í Svínoyarvík. Seðlarnir koma út klokkan sjey í morgin árini

(Savnsmynd: Jn.fo)

(Savnsmynd: Jn.fo)

2023-08-17 20:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seint seinnapartin vóru grindaboð í Svínoyarvík. Nakað av bátum vóru við í rakstrinum og nakað fyri klokkan 19 varð grindin hildin til í Hvannasundi.

Teir eru í holtur við at merkja í løtuni, og eru komnir í helvt, men tað seinasta talið eg havi hoyrt er 42 hvalir, sigur Jens Jensen, sýslumaður.

Hann upplýsir, at drápið gekk skjótt og væl.

Seðlarnir koma út klokkan 7 í morgin árini á bryggjuni í Hvannasundi. Býtt verður í drápspartar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder