2026-07-18 09:36
Enn er ikki tamarhald á eldinum, sum hevur herjað í Krokstadelva í Drammen síðan fríggjadagin seinnapartin.
Hetta skrivar norska løgreglan í dagføring fyrrapartin.
Sløkkiliðið hevur ikki tamarhald, men vandin fyri at eldurin breiðir seg enn meira er minkaður, sigur løgreglan og leggur afturat, at smáir logar eru í økinum.
Norskir miðlar skriva fyrrapartin, at 400 fólk eru flutt burtur frá økinum. Eldurin kyknaði í einum raðhúsum um 15:30 tíðina fríggjadagin, og breiddi seg skjótt til onnur hús.
Fleiri enn 100 hús eru brend í grund í stóra eldinum. Trý fólk hava fingið smærri skaðar av eldinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald