Innanlands

40.000 ferðafólk um Vága Floghavn í september

Tað er fyrstu ferð, at talið er farið upp um 40.000 í septembermánað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-04 16:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Septembermánaði 2024 var tann fyrsti, sum fór upp um 40.000 ferðafólk um Vága Floghavn.

Tað vísa tøl, sum Kringvarpið hevur fingið frá Vága Floghavn.

Tilsamans 40.505 ferðafólk ferðaðust um Vága Floghavn í september, og tað eru 9,9 prosent fleiri enn í sama tíðarskeið í fjør.

Upplýst verður at tey trý útlendsku flogfeløgini, sum umframt Atlantsflog, í løtuni flúgva upp á Føroyar, fara ikki at flúgva í vetur.

Fylg flogferðsluni her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder