Uttanlands

40.000 krónur í Apple-vørum til Leynar

Leypavinningur í Gekkinum í kvøld. Lilian Egholm úr Leynum lendi á gula leypinum

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2021-03-12 21:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ikki ofta at fólk fáa leypavinningar í Gekkinum. Hetta var tað sum hendi í kvøld tá Lilian Egholm úr Leynum ringdi inn við fullari plátu.

Hon valdi at seta allar pengarnar, sum í kvøld vóru 130.000 krónur, í reyða leypin. Í fyrsta snari lendi Lilian á 20.000 krónum, sum í kvøld ikki var faldað við nøkrum. Í øðrum snari lendi hon á 10.000, men valdi at royna enn einaferð.

Í triðja og seinasta snari kom Liljan Egholm á gula leypin, sum gav henni møguleikan at velja mllum leypavinningar, sum høvdu eitt virði á umleið 40.000 krónur.

Lilian Egholm valdi at taka av leypavinningum frá Elding, sum eru alskyns Apple vørur, virði upp á 40.000 krónur.

Tað má vera fyrstu ferð í langa tíð, at nakar vinnur ein leypavinning í Gekkinum. Í flestu førum velja fólk at deila gekkaupphæddina út í allar tríggjar leyparnar, og tá fella leypavinningarnir burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder