Fyri einari viku síðani byrjaði danska fakfelagsrørslan at savna inn undirskriftir fyri at mótmæla ætlanini hjá donsku stjórnini um at avtaka dýra biðidag, og higartil hava fleiri enn 400.000 danir skrivað undir.
– Lívið er annað enn arbeiði og rokniark. Dýri biðidagur er okkara felags frídagur, har vit kunnu slappa av og vera saman við okkara familju og vinum. Soleiðis skal tað eisini vera framyvir í Danmark, skriva stigtakararnar m.a.
Sambært nýggjastu tølunum, sum eru frá sunnudag seinnapart hava 405.555 fólk skrivað undir.
Eftir tveimum døgum høvdu fleiri enn 300.000 skrivað undir, og Roger Buch, lektor á Danmarks Media- og Journalisthøjskole sigur, sambært DR, at innsavningin hevur fingið søguliga stóra undirtøku.
– Samanborið við øðrum undirskriftainnsavningum, er talan um sera høg tøl, og tað vísir, hvussu stór mótstøðan er móti uppskotinum um at avtaka dýra biðidag, sigur hann.
Hetta er tó bert ein undirskriftainnsavning og ikki eitt borgarauppskot, sum politikarar á Christiansborg hava skyldu at viðgera.
Veljarakanning: Meirilutin er ímóti uppskotinum
Ein nýggj veljarakanning sum Megafon hevur gjørt fyri TV2 og Politiken vísir tó eisini, at tveir triðingar av dønum eru ímóti at avtaka dýra biðidag.
Tá hugt verður at veljarunum hjá ymsu flokkunum, sæst eisini, at meirilutin hjá teimum flestu flokkunum er ímóti at avtaka dýra biðidag.
Tann einasti flokkurin, sum hevði ein meiriluta fyri at avtaka dýra biðidag var Moderaterne.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald