Linda Davidsen úr Havn, men sum í kvøld ringdi úr heimbygdini Kvívík kann saktans fara í vikuskifti. Í Gekkinum í kvøld vann hon 400.000 krónur.
Gekkaupphæddin í kvøld var 1,1 millión, men Linda Davidsen valdi at økja um møguleikarnar við at vinna, og deila upphæddina í trý, so 400.000 krónur vóru í hvørjum.
Kvívíkingurin brúkti allar tríggjar royndirnar. Ikki fyrr enn í triðju royndini eydnaðist, og Linda Davidsen lendi á gula leypinum, sum tryggjaði henni 400.000 krónur. Og í telefonin bleiv nógv róp.
- Tað veit gud. Eg eri púra málleys. Hetta var fantastiskt, segði hepni vinnarin.
Verturin, Magnus Magnussen, legði afturat at umframt tær 400.000 krónurnar fekk hon 500 krónur fyri seðilin.
Gekkurin næsta fríggjakvøld er 800.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald