Í kvøld fóru 400.000 av gekkaupphæddini, sum annars var komin upp á 1,1 millión krónur.
Tað hendi tá Sanna, hvørs eftirnavn ikki var nevnt, kom ígjøgnum við fullari plátu, og lendi á bláa leypinum í øðrum snari.
Áðrenn farið varð í gongd at snara gekkahjólinum, býtti Sanna 1,1 milliónina í trý fyri at økja um møguleikan at vinna.
Í fyrsta snari, lendi Sanna á 15.000 krónum, sum varð faldað við fimm, sum gav 75.000 krónur. Hetta eru nógvir pengar hjá okkum flestu, men kortini valdi Sanna at gera enn eina roynd.
Rætt gjørdi hon, tí í øðrum snari hepnaðist, og Sanna úr Saltangará gjørdist 400.000 krónur ríkari.
Tað bleiv ikki tað stóra prátið millum glaða vinnaran og eisini glaða vertin, tí tekniskir trupulleikar vóru við telefonlinjuni.
- Hetta var mega lekkurt, segði ein fegin Sanna tó.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald