2021-01-29 21:33

Edith Simonsen í Sandavági smílist uttan iva frá oyra til oyra í kvøld. Hon vann í kvøld 400.000 krónur.
Gekkurin í kvøld var 1,2 milliónir krónur, og Hertha Simonsen ringdi inn við fullari plátu sína fyri ommu sína.
Hon valdi at deila gekkin í trý, í teir tríggjar leyparnar við 400.000 í hvørjum.
Hertha Simonsen má sigast at vera góður fjarritari, tí í fyrsta snari lendi hon á bláa leypinum, sum tryggjaði ommuni heilar 400.000 krónur.
Ikki so galið eitt fríggjakvøld í januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald