Uttanlands

400.000 russarar fluttir av landinum í ár

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár er flyta fleiri fólk úr Russlandi enn til Russlands

(Tilvildarlig savnsmynd: EPA)

(Tilvildarlig savnsmynd: EPA)

2022-09-06 12:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð í nógv ár eru fleiri fólk flutt úr Russlandi, enn tað eru flutt fólk inn í landið.

419.000 russar eru í ár fluttir úr heimlandi sínum, meðan 332.000 fólk eru flutt til Russlands fyrra hálvár í ár.

Tað skrivar RBC-tíðindastovan í Moskva, sambært NRK.

Russiska hagstovan, Rosstat, hevur ikki upplýst borgaraskapin hjá teimum, ið eru flutt til landið.

Tað eru vanliga serliga fólk frá teimum fyrrverandi sovjetrepublikkunum, sum flyta til Russlands, men í ár hevur henda fólkaflytingin verið øvugt.

Russiska innrásin í februar hevur ikki bara ført við sær, at tvífalt so nógv sum í fjør eru flutt, fleiri eru eisini flýggjað.

Hetta er eitt nú galdandi fyri politiskar andstøðingar til ráðandi russiska stýrið, og onnur, ið eru rakt av, at ein røð av fyritøkum hava skert ella støðga virksemi sínum í Russlandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder