2019-05-06 07:55
41 fólk lótu í gjár lív, tá eldur kom í eitt flogfar sum setti seg á Sheremetyevo flogvøllin í Moskva. Russiska skaðanevndin sigur, at eldur kom í tí at flogfarið setti seg ov ógvusligt í einari neyðlending.
Millum tey deyðu eru tvey børn, ein flogterna og ein amerikanskur statsborgari, skrivar russiska tíðindastovan Interfax. Í minsta lagi sjey persónar vórðu fluttir á sjúkrahús við álvarsomum løstum. Tilsamans vóru 78 fólk, harímillum flogmanningin sum taldi sjey, umborð á flogfarinum.
Flogfarið var á veg úr Moskva til Murmansk, men var bert 27 minuttir í luftini áðrenn tað setti seg aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald