Innanlands

41 fráboðanir um stormskaðar

Av teimum 41 fráboðanunum, sum eru komnar inn síðan í gjárkvøldið, eru 14 úr Sandavági, har ein tekja er rivin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-24 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan klokkan 23 í gjárkvøldið hevur løgreglan fingið 41 fráboðanir um stormskaðar.

Fráboðanirnar eru komnar úr øllum landinum, men 14 teirra eru úr Sandavági, har heitt verður á fólk um at halda seg innandura.

Les eisini: Tekja rivin í Sandavági: Eiga at halda seg innandura

Fráboðanirnar snúgva seg um tekjur, sum eru farnar, ein vørubil, sum er koppaður, og í Miðvági varð boðað frá, at Havbúgvin er um at slíta.

Tað regnar illa, og fráboðanir eru eisini komnar um, at ristirnar á vegunum eru tiptar av ísi, og tí er øgiliga nógv vatn á vegnum. Tað er serliga í Havn, at fráboðanir eru komnar um hetta, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder