Innanlands

41 tilburðir í gjár

Samlaða talið á smittaðum er nú 474

2021-12-13 17:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað sær út til at ganga rætta vegin við koronatølunum.

Um vikuskiftið hevur talið í hvussu so er ligið munandi lægri enn tað gjørdi í farnu viku.

Landslæknin upplýsir í dag á corona.fo, at tað vórðu staðfestir 41 nýggir tilburðir í gjár, seks fleiri enn leygardagin, tá talið var 35. 2.149 kanningar vórðu gjørdar í gjár.

Hetta seinasta samdøgrið eru 67 fólk frískmeldað aftur. Samlaða talið á smittaðum nú er 474, tað er 26 færri enn í gjár. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder