2021-12-06 18:26

Tað gongur striltið at fáa talið á koronutilburðum niður. Í gjár vóru 41 koronutilburðir staðfestir í 1453 kanningum.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu, boða myndugleikarnir frá.
Men samstundis eru 30 fólk blivin frísk aftur eftir at hava verið positiv við koronu. Sostatt eru tað nú 551 aktivir tilburðir. Hetta eru ellivu fleiri enn í gjár.
Sjey fólk eru innløgd við koronu í Sjúkrahúsverkinum. Hetta er ein fleiri enn í gjár.
Sambært myndugleikunum eru 818 fólk í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald