Innanlands

41 umsóknir um granskingarstuðul

Tilsamans verður søkt um góðar 38,6 milliónir krónur – 25 verkætlanarleiðarar eru kvinnur, og 16 eru menn

(Mynd: Gransking.fo)

(Mynd: Gransking.fo)

2024-02-17 13:13 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá árliga freistin at søkja um stuðul til gransking og til arbeiðsmarknaðargransking var úti hósdagin, vóru tilsamans 41 umsóknir komnar inn - Seks fleiri enn í fjør.

25 verkætlanarleiðarar eru kvinnur, og 16 eru menn. 15 av umsóknunum vóru til ph.d.-verkætlanir, skrivar Granskingarráðið.

Tilsamans verður søkt um góðar 38,6 milliónir krónur. Løgtingið hevur játtað níggju milliónir krónur til stuðul til gransking í ár, ið er 1,5 milliónir krónur meira enn undanfarin ár. Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til í mesta lagi 2,5 mió. krónur eru tøkar til stuðul í ár.

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu útlendskir granskarar meta um vísindaligu góðskuna í umsóknunum. Faknevndin fyri stuðli til gransking tekur endaliga støðu til umsóknirnar, og umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder