Innanlands

412 metrar av Sandoyartunnlinum boraðir

Tað er av álvara komið ferð á - samanlagt skulu 10.785 metrar borast

2019-09-02 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri tveimum mánaðum síðani varð byrjað at borað, og Sandoyartunnilin boðaði fyri løtu síðani frá, at er ferð veruliga komin á arbeiðið.

Byrjað varð í Traðardali, og har eru boraðir 373 metrar. Á Gomlurætt varð sett á at bora 14 august, og har eru boraðir 39 metrar. Í alt eru boraðir 412 metrar, av 10.785 metrum.

Væntandi tekur tað umleið hálvt triðja ár at bora Sandoyartunnilin, og eftir ætlan skal Sandoyartunnilin lata upp fyri ferðslu í desember 2023.

Til ber at fylgja við boringini her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder