Innanlands

412 nýggir koronutilburðir í gjár

Talið á innløgdum stendur í stað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-06 16:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

412 nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Hetta er lægsta tal í fleiri vikur.

Samstundis vóru 486 fólk eisini staðfest frísk. Harvið er samlaða talið á positivum í løtuni farið niður á 4907. Tað eru 65 fólk færri enn í gjár.

Fáar koronukanningar verða framdar um dagarnar. Í gjár vóru bara 1099 fólk potað. Hetta er lítið í mun til hvat tað hevur verið seinastu vikurnar, tá tað onkran dag hava verið upp til 5000 fólk, sum hava latið seg kannað.

Eins og í dagføringini í gjár, so eru fýra fólk innløgd av koronu í Føroyum. Tveir aðrir sjúklingar hava koronu, men eru innlagdir av aðrari orsøk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder