
Ein 42 ára gamal maður royndi seinnapartin í gjár á flogvøllinum í Vágum, at smugla 2 kilo av hassji til Føroya, boðar løgreglan frá í kvøld.
Løgreglan fekk fráboðan frá Tollvaldinum á flogvøllinum í Vágum um, at teir høvdu afturhildið ein 42 ára gamlan mann, sum hevði roynt at smugla stóru mongdina av hassji inn í landið.
Maðurin bleiv handtikin av politinum klokkan 16.55 og skuldsettur fyri brot á narkotika lóggávuna.
Hann bleiv í dag klokkan 16.15 framstillaður í grundlógarforhoyri í Føroya Rætti, har hann játtaði seg sekan.
Ein tøk mentalkanning frá Danmark segði, at maðurin ikki var egnaður til fongsulsrevsing og tí fekk hann ein viðgerðardóm, sum er virkin í fimm ár.
Hann kærdi ikki avgerðina, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald