Uttanlands

43 ára gamal kajakk rógvari druknaður

Ein 43 ára gamal maður í Danmark hvarv hósdagin, eftir at hann var farin út at rógva kajakk. Maðurin er nú funnin druknaður.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-12-30 19:37 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Ein 43 ára gamal maður í Danmark hvarv hósdagin, eftir at hann var farin út at rógva kajakk. 

Hetta skrivar tv2.dk. 

Bjargingareftirlit í suðursælandi hava síðani hósdagin leitað eftir manninum, sum brádliga hvarv, eftir at hann var farin at rógva kajakk.

Sambært løgregluni í suðursælandi, var tað eitt vitni, sum fríggjadagin seinnapart hevði borið eygað við ein persón liggjandi úti í Askø. Seinni vísti tað seg, at tað var tann 43 ára gamli maðurin, sum tá var lívleysur.

Kona 43 ára gamla mannin hevði meldað hann saknaðan, tá hann hvørki var heimkomin, ella hevði givið lívstekin frá sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder