
Føroyska heilsuverkið framdi 43 fosturtøkur í 2024.
Hetta upplýsti Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við heilsumálum, fyri løgtinginum seinnapartin. Hetta var upp á fyrispurning frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, sum skrivliga hevur sett landsstýriskvinnuni fleiri spurningar um fosturtøku.
Jenis av Rana vildi hava at vit talið av fosturtøkum galdandi fyri tey seinastu tíggju árini.
Svarið vísir, at tað í fjør vóru framdar ein fosturtøka fleiri enn árið fyri, og at talið 43 er tað hægsta innan fyri seinastu tíggju árini. Í hesum tíðarskeiðinum var talið lægst í 2017, tá 19 fosturtøkur vórðu framdar.
Sambært Hagstovu Føroya er talið fyri 2024 tað hætsta síðan 2009, tá talið var 51.
Tingmaðurin vildi eisini hava svar upp á hvønn aldur kvinnurnar høvdu, sum fingu abort. Aldurin býtti seg soleiðis í 2024:
10-19 ár: 4
20-24 ár: 10
25-29 ár: 7
30-34 ár: 10
35-39 ár: 5
40-44 ár: 7
45-49 ár: 0
Landsstýriskvinnan upplýsti eisini, at nærum allar fosturtøkur í Føroyum verða framdar innan viku 10-12 í viðgongutíðina.
- Árliga verða nakrar einstakar framdar seinni, vegna tað, at fostrið ber álvarsligt brek, sum verður funnið við skanning í viku 18-20 íviðgongutíðini, stendur í svarinum.
- Ein lodrøtt lygn
Jenis av Rana vildi eisini hava at vita hvørjar orsøkir vórðu brúktar sum umbøn fyri at fáa fosturtøkurnar gjørdar.
Til hetta svaraði landsstýriskvinnan, at hon ikki kundi svara upp á spurningin, tí sambært Sjúkrahúsverkinum og Heilsutrygd verður tað í skipanini ikki gjørd hagtøl yvir, hvat ítøkiligu orsøkirnar hava verið, tá ið kvinnur verða ávístar til fosturtøku.
Hetta svarið vildi Jenis av Rana ikki góðtaka. Hann kallaði hetta fyri eina lodrætta lygn, tí tað er ongin lækni, hvørki í sjúkrahúsverkinum ella í kommunulæknaskipanini, sum ikki skrásetir orsøkirnar til allar avgerðir, sum verða tiknar í teirra arbeiði.
Svarini frá Súsannu Bertholdsen síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald