Uttanlands

43 russisk sendifólk útvíst úr fýra ES-londum

Talan er um Holland, Belgia, Kekkia og Írland – Fleiri av sendifólkunum eru undir illgruna fyri njósning

Russiska sendistovan í Haag í Hollandi (Mynd: Getty Images)

Russiska sendistovan í Haag í Hollandi (Mynd: Getty Images)

2022-03-30 08:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Holland, Belgia, Kekkia og Írland hava útvíst tilsamans 43 russisk sendifólk.

Í teimum báðum fyrstnevndu londunum eru sendifólkini undir illgruna fyri njósning, skrivar Ritzau.

Holland hevur m.a. útvíst 17 russarar, sum sambært hollendsku stjórnini eru loyniligir agentar hjá fregnartænastum og ikki sendifólk.

Belgia hevur útvíst 21 sendifólk, sum sambært belgiska uttanríkismálaráðnum eru ein hóttan móti trygdini hjá Belgia. Hesi sendifólkini hava arbeitt á russisku sendistovuni í Brússel og á einum konsuláti í býnum Antwerpen.

Írland hevur heitt á fýra sendifólk hjá russisku sendistovuni í landinum um at fara heimaftur. Virksemið hjá teimum hevur ikki samsvarað við altjóða reglur fyri sendistovuvirksemi, er frágreiðingin. Hvat virksemi talan er um, verður ikki upplýst.

Kekkia hevur útvíst eitt sendifólk frá russisku sendistovuni í Prag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder