Innanlands

44 nýggir tilburðir í gjár

Talið á innløgdum farið niður á fimm

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-12-15 21:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Koronatølini eru aftur í minking. Í gjár 2372 kanningum í gjár vórðu 44 nýggir tilburðir staðfestir, vísa tølini sum júst eru komin út.

Øll tey 44 hava fingið boð frá landslæknanum.

Samstundis eru 81 fólk staðfest frísk aftur eftir at hava verið positiv. Nú eru tað 387 aktivir tilburðir - smittað í løtuni. Hetta er 37 færri enn tá tølini seinast vóru dagførd í gjár.

Talið á innløgdum á Sjúkrahúsverkinum við koronu er farið úr sjey og niður á fimm.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder