Innanlands

45 ár síðan fyrsta mjólkarpakkan hjá MBM

Nógv er hent í felagnum síðan 1. apríl 1980. Um nakrar vikur verður framleiðslubygningur í Skálavík tikin í nýtslu, har stórt úrval av ostum fer at verða framleitt

2025-04-01 17:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag er søguligur dagur hjá Meginfelag Búnaðarmanna. Tað eru nevniliga 45 ár síðan fyrsti mjólkarpakkin varð pakkaður á mjólkarvirkinum í Hoyvík.

Tað var 1. apríl 1980.

Hesi 45 árini er hent nógv í felagnum, frá at vera ein framleiðslufyritøka við fáum vørum, er fyritøkan hesi árini víðkað munandi.

Í dag framleiðir og selur MBM 70 ymiskar mjólkarúrdráttir, og fyritøkan er víðkað til eisini at vera ein handilsfyritøka, sum nøktar, so at siga, allan tørvin hjá landbúnaðinum í Føroyum.

Felagið hevur í dag eina fóðurdeild, handil við hópin av brúkslútum og stórum úrvali av maskinum og vápnum, eykalutagoymslu og verkstað.

Í mai/juni mánaða í ár fer felagið at taka ein framleiðslubygning í Skálavík í nýtslu, har stórt úrval av ostum fer at verða framleitt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder