Innanlands

45 ár síðani SMS læt upp

SMS á Trapputrøðni í Havn er 45 ár. Tað verður hátíðarhildið í eina heila viku

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-28 12:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

45 ár eru liðin, síðan handilsmiðstøðin SMS læt upp á Trapputrøðni í Havn. Tað fer samtakið sjálvandi at hátíðarhalda í eina heila viku við góðum tilboðum og tiltøkum.

Hátíðarhaldið byrjar leygardagin 29. oktobur og eina viku fram, til leygardagin 5. novembur. Men sjálvur føðingardagurin byrjar longu mikudagin 26. novembur við teimum mongu, spennandi tilboðunum. 

Tilboðini í handlunum eru at síggja í SMS-blaðnum ið júst er komið í øll húski í Føroyum.

Tiltøkini við undirhaldi og leiki byrja leygardagin 29. oktobur, tá ið SMS bjóðar kakao og bollar á Torginum klokkan 13, og Dánjal og Búi koma við síni stórfingnu Ævintýrferð vitja klokkan 14.

Mikudagin 2. novembur er sjálvur føðingardagurin hjá SMS millum klokkan 15 og 17. Tá bjóðar SMS lagkøku og kaffi á Torginum, til einki er eftir. Ella við øðrum orðum, til alt er uppi. Spælimenninir í Nólsoy eru á Torginum og spæla, og til børnini eru andlitsmáling og ballónir.

Leygardagin 5. novembur frá klokkan 9 til 11 er morgunmatur í Horninum, og har er borðhald, til alt er uppi. Klokkan 14 henda sama dag eru Trøllapætur, Omman og Ommudidd og vitja.

SMS skipar eisini fyri føðingardagsveiðu hvønn gerandisdag hesa veitsluvikuna frá klokkan 10 til 16. Haraftrat er áhugaverd framsýning alla vikuna á niðastu hædd og á Torginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder