Uttanlands

45 ára gomul Apple telda seld fyri 2,6 milliónir

Teldan varð bygd av Apple-stovnarunum Steve Wozniak og Steve Jobs í 1976, og hon riggar enn í dag – Týsdagin varð hon seld á uppboðssølu í Kalifornia

(Mynd: AFP)

(Mynd: AFP)

2021-11-11 20:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin varð ein 45 ára gomul Apple telda seld fyri 400.000 dollarar á uppboðssølu í amerikanska statinum Kalifornia. Tað svarar til 2,6 milliónir í okkara krónum.

Talan er um eina originala Apple-1 teldu, sum varð hondbygd í 1976 av Steve Wozniak og Steve Jobs, ið stovnaðu Apple.

Teldan, sum enn riggar, er ein av 200 eintøkum, sum vórðu seldar tá sum staklutir, sum ein sjálvur skuldi samla.

Sambært heimasíðuni livemint.com er uml. 60 eftir av hesum slagnum í dag, men bert 20 av teimum rigga.

Bert tvey fólk høvdu átt telduna, áðrenn hon varð seld á uppboðssølu. Fyrsti eigarin var ein professari á Chaffey College í Kalifornia, sum seldi telduna víðari til ein lesandi í 1977. Keyparin gav bert 650 dollarar fyri telduna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder