2019-04-23 11:31
45 børn eru millum tey dripnu eftir álopini í Sri Lanka páskadag. Tað upplýsir ein talsmaður frá UNICEF fyri Reuters.
Álopini vóru framd móti hotellum og kirkjum. Nýggjastu tølini siga, at tilsamans lótu 321 fólk lívið páskadag.
Tilsamans vóru átta spreingingar. Fleiri enn 500 fólk vórðu særd í álopunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald