2021-11-23 07:20
Ein bussur við 53 fólkum umborð kolaðist í nátt upp á motorvegi 45, nærhendis býnum Bosnek, 45 kilometrar í ein útsynning úr bulgarska høvuðsstaðnum Sofia.
Minst 45 ferðafólk eru deyð, harav 12 børn, upplýsir bulgarska sjónvarpsstøðin BTV. Tey flestu ferðafólkini í bussinum vóru úr grannalandinum Norðurkamedonia.
Tað er framvegis ógreitt, hvussu vanlukkan hendi, og hví eldurin í bussinum var so ógvusligur. Ferðafólkini, sum sluppu frá hendingini á lívi eru koyrd á sjúkrahús, har tey verða viðgjørd fyri brunasár.
Bussurin var á veg úr Istambul í Turkalandi til Skopje í Norðurmakedonia, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald