Í seinnu útstykkingini við Klingurstjørn eru 45 grundøki. Eftir ætlan skuldi Tórshavnar kommuna fáa lidnu útstykkingina handaða í august 2019. Men arbeiðið, sum Articon hevur framt í verki, hevur gingið so væl, at Annika Olsen, borgarstjóri, og Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini, í dag fingu handað grundøkini frá Torleifi Waagstein, verkætlanarleiðara hjá Articon.
Tað skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
LBF hevur lagt útstykkingina til rættis og hevur havt byggileiðsluna og eftirlit um hendi.
Umframt 45 grundøki eru tvey rúmlig felags parkeringspláss og eitt slættað fríøki ætlað spæliplássi.
- Her fara at búgva nógvar ungar familjur við børnum. Millum nógvu barnafamiljurnar, sum fara at búleikast her, eru fleiri útisetar, sum nýliga eru fluttir heim ella fara at flyta heim í næstum. Hetta er gleðiligt og ber boð um, at tørvur er á slíkum útstykkingum sum hesari, segði Annika Olsen, borgarstjóri, tá ið Articon handaði lidnu arbeiðstøkuna til byggiharran.
Umhvørvisstovan fer nú at matrikkulera økið, og so verður endaliga skeytið útskrivað. Og so sleppa nýggju eigararnir framat og kunnu fara undir at byggja sítt heim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald