Tollvaldið í Íslandi fann 45 kilo av sterkum rúsevnum, tá Norröna kom til Seydisfjarðar hósdagin. Hetta skrivar Kringvarpið. Hetta er størsta nøgdin av rúsevnum, sum hald er lagt á í einum, í stívliga 10 ár í Íslandi. Tá løgdu myndugleikarnir hald á 55 kilo av rúsevnum.
Keldur hjá íslendska Morgunblaðnum siga, at talan var um rúsevnini amfetamin og kokain, og sterku rúsevnini vóru fjald í einum bili umborð. Tað var rúsevnishundurin hjá tollvaldinum, ið snoddaði seg fram til rúsevnini.
Morgunblaðið skrivar, at nú verður bilurin og málið kannað nærri, og at tveir útlendingar eru varðhaldsfongslaðir í tvær vikur í samband við at 45 kiloini vórðu funnin. Løgreglan á Eysturlandinum samstarvar við løgregluna í Reykjavík, men í løtuni vil íslendska løgreglan ikki siga meira um málið.
Løgreglan í Føroyum hevur ikki fingið nakra áheitan frá íslendsku myndugleikunum um, at seta kanningar í verk her, upplýsti Steen Nørskov, chefpolitiinspektørur, í gjár fyri útvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald