Higartil í august eru 450.000 tons av korni farin úr ukrainskum havnum.
Hetta er tó bert ein lítil brotpartur av teimum uml. 20 milliónunum, sum hava ligið á goymslum í Ukraina, síðan russiska inrásin byrjaði 24. februar.
Sambært DR eru tilsamans 16 skip við korni farin úr ukrainskum havnum hendan mánaðin, eftir at tað eydnaðist ST og Turkalandi at fáa avtalu um útflutning í lag við Russland og Ukraina.
Ukraina er vanliga millum størstu útflytarar av korni, men í fleiri mánaðir hevur kríggið forðað fyri útflutninginum. Men nú korn aftur verður flutt úr Ukraina er vónin, at sleppast kann undan einari altjóða matvørukreppu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald