2019-12-30 15:25
Triðja viðgerð av fíggjarlógini byrjaði fyri løtu síðani. Tingfundur varð annars settur í morgun klokkan 10, og fyrst á skránni var triðja viðferð um hækking og víðkan av veiðigjaldi.
Men av tí at so nógv broytingaruppskot til fíggjarlógina vóru, so varð fundurin niðurlagdur, og ikki tikin uppaftur fyri løtu síðani.
Heili 47 broytingaruppskot eru. Samgongan umframt Kristin Michelsen eiga tvey av hesum broytingaruppskot meðan andstøðan eigur restina.
Helst verður tað ein drúgvur dagur í tinginum aftur í dag.
Øll broytingaruppskotini kunnu lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald