2023-10-30 07:31
Minst 48 fólk hava latið lív og 36 eru ikki funnin aftur eftir at ein ógvuslig ódn hevur herjað í Meksiko. Tað skrivar AP tíðindastovan.
Ódnin kallað Otis rakti land við kyrahavsstrondina har suðuri í landinum, har hon serliga skapti oyðileggingar í frítíðarbýnum Acapulco. Her doyðu 43 fólk meðan fimm doyðu í býnum Coyuca de Benitez ikki so langt haðani.
Tey rudda framvegis eftir ódnarveðrið. Býurin er næstan fjaldur í runu, koppaðum trøum og niðurfalnum bygningum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald