Leygardagin vórðu tilsamans 48 krígsfangar leyslatnir í fangabýti millum Russland og Ukraina.
Úr Ukraina verður sagt, at tey hava fingið 45 fólk aftur, sum vórðu tikin í bardaganum um Mariupol, meðan Russland sigur seg hava fingið tríggjar flogskiparar aftur.
Russiskir myndugleikar siga, at hetta er úrslitið av einari drúgvari samráðingartilgongd. Teir siga seg fegnast teir um at hava fingið flogskipararnar aftur, sum hava verið í lívsvanda og nú fáa læknahjálp.
Sambært tíðindastovuni Reuters nevna russar einki um teir 45 ukrainsku fangarnar, og ongar fráboðanar hava verið um, at fleiri russiskir fangar eru leyslatnir.
Síðan kríggið millum Ukraina og Russland byrjaði í februar í fjør, hava russar og ukrainar fleiri ferðir gjørt semju um fangabýti. Eitt nú í apríl vórðu fleiri enn 200 krígsfangar leyslatnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald