Ymsu skúlarnir kring landið eru so smátt byrjaðir aftur, og mánadagin 14. august byrjaði heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Heimasíðan sudurras.fo skrivar, at tins og undanfarin ár er fullsett á Ítróttaháskúlin fullsettur, nú heystskeiðið byrjar. Tilsamans er pláss fyri 48 næmingum á Ítróttaháskúlanum.
Teir 48 næmingarnar, sum byrjaðu mánadagin, eru allir føroyingar. Summi ár hava útlendskir næmingar eisini verið á skúlanum.
Sum vant brúka næmingar á Ítróttaháskúlanum fyrstu dagarnar til sokallaðar “intro-dagar”. Tað er har næmingar og starvsfólk læra hvønn annan at kenna, samstundis sum tey hava nakrar góðar og hugnaligar dagar saman, skrivar Suðurrás.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald